Rúmdarfrøðingar hava staðfest ógvusligt illveður á norðaru hálvu á gongustjørnuni Saturn. Illveðrið hevur breitt seg teir seinastu dagarnar og fevnir nú um eitt øki, sum er líka stórt sum øll jørðin. Snarljósini, sum koma frá illveðrinum, eru 100 ferðir sterkari enn tey á jørðini, og granskarar hava staðfest tíggju snarljós um sekundið.
Stjørnufrøðingarnir siga, at tað er sjáldsamt, at illveður á Saturn fevna um so stór øki. Tað er bara hent fimm ferðir síðani 1876.
Granskarar vita ikki við vissu, hvussu veðrið kann blíva so ringt á Saturn og øðrum gongustjørnum, men teir halda, at tað kemst av skiftinum ímillum árstíðirnar.