Illveður í morgun: Skúlar og bussar avlýsa

Sera ringt veður í morgun

Veðrið er av tí ringasta í morgun. Ringu veðurforsøgnirnar í gjár fingu leiðsluna á Tvøroyrar skúla at taka avgerðina at avlýsa skúlagongdina í dag. Skúlagongdin er eisini avlýst á øðrum skúlum, millum annað Sandoyar Meginskúla, Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla, Skúlanum við Streymin og Fuglafirðar skúla.

 

Veðrið ávirkar eisini ferðasambandið, og Strandferðslan hevur avlýst fráferðina klokkan 07 úr Hesti til Gomlurætt. Ternan siglur heldur ikki. Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at leið 4 og 5 hjá Bussleiðini ikki koyra fyribils. Tær flestu bussleiðirnar hjá Strandferðsluni koyra fyribils ikki.

 

Soleiðis eru koyrilíkindini í dag, sambært Landsverki:

  • Klaksvík, Gerðabøur - kl. 07:03 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 39 m/s
  • Syðradalur - kl. 06:40 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 36 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 06:40 Stormur, í hvirlunum upp til 49 m/s
  • Kambsdalur - kl. 07:03 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Gøtueiði - kl. 07:02 Stormur, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 06:30 Stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 07:02 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
  • Streymnes - kl. 06:45 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s
  • Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 06:40 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Høgareyn - kl. 07:02 Stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 06:45 Skrið, í hvirlunum upp til 38 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 07:02 ódn, í hvirlunum upp til 44 m/s
  • Kaldbaksbotnur - kl. 07:03 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Glyvursnes  - kl. 06:38 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 07:02 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 39 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 07:02 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
  • Hvalba - kl. 06:45 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 06:56 Skrið, í hvirlunum upp til 56 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 06:53 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 44 m/s

 

DMI boðar serliga frá stormi norðan fyri í morgun, og tað verður roknað við kolandi stormi ella ódn.

TV2 skrivaði í gjár, at talan er um eina sonenvda atmosferiska bumbu, sum rakar norðuratlantshavið og útnyrðingspartin av Føroyum. Roknast kann við aldum upp á 14 metrar og í støðum upp í 20 metrar, sambært TV2. Íslendska Belgingur boðaði í gjár frá vindstyrki yvir 21 m/s longu frá tíðliga í morgun.