Illveður kostaði tvey mannalív í Hetlandi

Tvær syndarligar arbeiðsvanlukkur hendu í Lerwick í Hetlandi sunnudagin í tí ringa veðrinum, ið var

Arbeiðsvanlukkur
Tað er ikki bara farmaskipið, Clare, ið siglir fyri Smyril Line, sum hevur verið rakt av herviliga illveðrinum í Norðsjónum um vikuskiftið.
Ein trailari, sum varð sendur við Norrønu til Lerwick í Hetlandi og skuldi flytast víðari við skipi hjá Norse Island Ferries, fór í havið av í illveðrinum, sum eisini rakti Norse-skipið. Ein annar trailari, sum eisini var komin við Norrønu og skuldi flytast víðari við sama skipi, mundi farið sama veg.

Deyðsvanlukkur
Men illveðrið, sum eisini hevur gjørt um seg uppi á landi í Hetlandi, hevur ikki bara kostað materiell virðir.
Tvær arbeiðsvanlukkur raktu eisini hetlendska fólkið sunnudagin.
Hetta veit BBC at siga.
Ein maður, sum var í ferð við at binda eitt farmaskip til bryggju í Lerwick, fekk ein lut av einum spæli í høvdið og doyði.
Stutt eftir hesa syndarligu vanlukku, doyði eisini ein annar maður umborð á einum øðrum skipi, tá ið teir vóru í ferð við at leggja til bryggju í Lerwick.
So, hetta hevur verið ein stórur smeitur í Hetlandi, har umstøðurnar kunnu samaberast við umstøðurnar her heima hjá okkum.