Illur borgarstjóri

Borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, Elliði Vignisson, heldur, at summir altingsmenn tosa alt ov niðrandi um fiskimenn og tey, sum reka fiskivinnu.

Hann harmast um, at summir politikarar umrøða útgerðarmenn sum greivar, ið hava fingið sínar kvotur sum gávu. Borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum heldur, at tílíkt orðalag er meiri tyngjandi fyri eitt fiskivinnusamfelag sum Vestmannayggjarnar enn skerdar kvotur.