Illsligt veður tarnar ísfiskavinnu

Flestu trolarar liggja inni og bíða eftir betri veðurlíkindum.

Væntandi er, at tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin, og síðan koma helst tvey onnur pør seinni í vikuni sum kemur.

 

- Restin av partrolarunum liggja inni, men fara út aftur, tá veðrið batnar. 

 

Sama er við djupvatnstrolarunum. Teir liggja allir inni og bíða eftir betri veðri.

 

Trolbátarnir eru teir smæstu, og teir fáa heldur einki gjørt, nú veðurlíkindini eru so vánalig.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt garnaskip kemur inn at landa svartkalva síðst í vikuni.

 

- Tvey onnur garnaskip fiska eisini svartkalva og frysta veiðina umborð, sigur marknaðurin.