Myndugleikarnir í Italia kenna seg rættiliga sannførdar um, at teir hava forðað fyri einari yvirgangsatsókn. Í síðstu viku tók løgreglan í Rom átta menn úr Marokko. Í íbúð teirra fubbu løgreglumenninir næstan fimm kilo av eiturevninum cyanid. Verjin hjá teimum átta monnunum avsannar, at menninir ætlaðu at fremja yvirgang, men hann hevur trupult við at greiða frá, hvat marokkanararnir ætlaðu at gera við eiturevnið.
Illgrunin hjá italsku løgregluni vaks, tá hon mánadagin kom fram á eitt hol, sum onkur hevði grivið í kloakkskipanini tætt við amerikansku sendistovuna í Rom. Løgreglan er sannførd um, at teir átta marokkanararnir hava okkurt við hetta at gera, tí í íbúðini hjá monnunum fann løgreglan eisini av býarkort av Rom, har ein ringur var teknaður uttan um staðið, har tann amerikanska sendistovan er.
Í gjár komu serfrøðingar hjá amerikansku samveldisløgregluni FBI til Rom at hjálpa italsku løgregluni við kanningunum