Klokkan 11:30 fekk løgreglan boð um ein bil, sum var farin út av vegnum í Villingardali í Havn. Bilurin lá 30 metrar niðan fyri vegin, og eingin var í honum. Løgreglan leitaði runt á økinum, men har var einki fólk at síggja.
Bilurin hevði ongar plátur, og tí setti løgreglan kanningararbeiði í gongd. So fann mann út av, hvør átti bilin, men eigarin hevði ikki verið í bilinum. Tveir útlendskir menn høvdu eftir øllum at døma koyrt í bilinum, fann løgreglan útav.
Útlendingarnir eru avhoyrdir í málinum, og blóðroynd er tikin av teimum. Blóðroyndin er send niður til Danmarkar fyri at kanna, um teir vóru ávirkaðir.
- Vit vita ikki, um bilurin er stolin, ella um teir, sum koyrdu, høvdu ræðisrætt á bilinum. Men vit vita í øllum førum, at teir vóru í bilinum, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
Løgreglan fer nú víðari at kanna eigaraviðurskifitni á bilinum, og næsta stigið verður at finna út av, hvør koyrdi bilin.










