Illgrunasamt kuffert á tokstøð í Oslo

Løgreglan í Oslo hevur givið øllum boð um at fara úr einari tokstøð í Oslo, tí fólk hava sæð ein mann fara inn á støðina og seta eitt kuffert frá sær har. Síðani fór maðurin útaftur. Løgreglan sigur, at starvsfólk hjá jarnbreytarfelagnum varnaðust kuffertið og fóru alt fyri eitt undir at fáa fólk út.

-Tað er einki, sum bendir á, at nakar vandi er á ferð, og vit gera alt fyri at fáa gongd aftur á tokferðsluna sum skjótast, sigur Tor Grøttum hjá Oslo-løgregluni við Dagbladet.

Servandir bumbumenn hjá løgregluni eru komnir á tokstøðina. NRK sigur, at fleiri sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar eru eisini komnir hagar.