Illgongt úr vinnuligu kreppuni í Klaksvík

Ivasamt er, um dugnasemið hjá Jóhan Páll Joensen, sum kendur skipari og seinni virkisstjóri og reiðari, fer at bera á mál burtur úr vinnuligu kreppuni í Klaksvík

Klaksvík

Á einum av visjónsfundunum um íverksetan, sum tásitandi landsstýri skipaði fyri, tosaði Gloria Kalsø um møguleikarnar hjá íverksetarum at fáa fíggingarstovnar við upp á síni hugskot. Hon segði, at nógv sita við hugskotum, men hvat nyttar einum ungum fólki at koma til fíggingarstovnar við sínum “glatta” andliti og biðja um figging?

Ein annar, sum eisini sat í panelinum hendan dagin, var Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood.

- Tað er ólíka, tá ein kendur og royndur skipari, sum Jóhan Páll kemur við sínum hugskotum, legði hon aftrat.

Men tíðir skifta og umstøður við.

Maðurin, sum negldi sítt navn í fiskiskipasøguna sum ein av okkara dugnaligastu og seinni bæði gjørdist virkiseigari og fiskiskipareiðari, veit í dag líka so lítið sum nakar annar, hvør lagnan av stóru fyritøkuni – Maru Seafood – verður.

Líkt er ikki til, at maðurin, tó at hann í nøkur ár var nevndarformaður í Føroya Banka, hevur lætt við at finna sær gongdar leiðir úr kreppuni, sum samtakið hjá honum er komið í.

 

Alt í óvissu

Undir hattinum hjá Maru Seafood vóru eitt nú Kósin í Klaksvík, Norðís Seafood á Eiði, seks ísfiskatrolarar og tvey línuskip.

Teir seks ísfiskatrolararnir, eru farnir undir hamaran, harav Føroya Banki, sum keypti øll skipini, hevur selt tvey tey frægastu til Suðuroyar. Eftir hjá bankanum eru fýra skip, men enn veit eingin, hvør lagna teirra verður.

Tey tvey skipini, Navarin og Borgarin, vórðu seld til Suðuroyar við fiskidøgum hjá einum triðja skipi – og hugsandi er, at Føroya Banki fer at selja tvey skip aftrat við fiskidøgum til trý skip.

Soleiðis fara fýra skip at spyrjast burtur úr seks, og síðan er hugsandi, at tey bæði seinastu verða seld við ongum fiskiloyvi.

Fyri Føroya Banka er tað sjálvandi ikki ein spurningur um, hvussu nógv skip í tali bankin selir útaftur, men meira um, hvussu nógv fæst fyri skipini, sum seld verða.

 

Áhugi framvegis

Sum skilst, keyptu suðuroyingar Navaran og Borgaran fyri einar 28 miljónir krónur.

Tað er altíð trupult at fáa slík tøl váttað, men tað hevur ljóðað, at boðið hjá Kristian Martini fyri øll seks skipini var upp á einar 40 miljónir krónur.

Í samrøðu við Sosialin segði reiðarin, at felagið hjá honum hevði bjóðað ta upphædd, sum teir mettu, at skipini kunnu forrenta.

Hvussu nógv Føroya Banki kann fáa fyri skip og loyvi, ið eftir eru, er ilt at siga, men ivasamt er, um samlaða talið fer nakað serligt yvir tær 40 miljónir krónurnar.

Herfyri spurdu vit Kristian Martin Rasmussen, um felagið hjá honum framvegis hevur áhuga í skipunum, ið eftir eru. Hann játtaði, at so var, men segði seg als einki vita um, hvørt bankin er sinnaður at selja teimum skipini ella ikki.

Mikkjal Hammer, reiðari og skipari í Hvalba, hevur verið talsmaður hjá teimum, sum keyptu Navaran og Borgaran.

Vit spurdu eisini Mikkjal, um hugsandi er, at suðuroyingar fara at keypa tvey skip aftrat frá bankanum, men hann vildi hvørki vátta ella avsanna, um áhugi var.

 

Fólk ótolnast

Enn hava vit eingi tekin sæð til, at Føroya Banki er serliga vælviljaður til eina Norðoya-loysn í hesum skipamáli saman við sínum fyrrverandi nevndarformanni, Jóhan Pálli, ei heldur saman við felagnum hjá Kristian Martin Rasmussen.

Tað er tí rættiliga ivasamt, um tað yvirhøvur fer at eydnast norðoyingum at tryggja framhaldandi fiskaframleiðslu í Klaksvík við teimum skipum, sum áður vóru ein týðandi partur av rávørugrundarlagnum.

Fólk, sum høvdu sítt livibreyð á Kósini, eru farin at ótolnast, men eingin kann geva teimum lyfti um nakað sum helst.