Illa dálkaður fuglur á Tinganesi

Illa dálkaður fuglur hevur leitað sær upp á Tinganes og tú er tann ytsi parturin av Tinganesi stongdur fyri almenninginum

Í gjárkvøldið varð Tinganes avbyrgt fyri almenningin, eftir at fólk hevði varnast, at illa dálkaður fuglur hevði leitað sær upp á turt á Nesinum.

 

Talan er um svartbak, og í fyrstuni hildu tey, at fuglurin var dálkaður av olju, men nærri kanningar hava víst, at talan er ikki um oljudálking.

 

Hinvegin bendir á, at tað er lýsi, sum hevur dálkað fuglin so illa, at hann leitaði sær upp á land. Sløkkiliðið hevur ikki funnið dálkingarkelduna, men tey halda fram at leita eftir henni í morgun.

 

- Kanska er tað ein lýsitangi, sum stendur onkustaðni, men hvør eigur hann, vita vit ikki, sigur Hans David Hansen, á Tórshavnar Sløkkiliðið.

 

Hann sigur, at í gjárkvøldið varð avgjørt at steingja tað ytsta av Tinganesi fyri almenninginum fyri at geva fuglinum høvi til at reinsa seg sjálvan.

 

Tað ytsta av Tinganesi er stongt enn, og tað er fyri at fólk ikki skulu styggja fuglin á sjógv aftur, tí so er størri vandi fyri at teir doyggja, tí sjógvur kemur inn at skinninum, tí teir, sum flutu í sjónum, flutu rættiliga tungt, sigur brandmaðurin.

 

Og tað hevur eftir øllum at døma eydnast, tí hann sær nógv betri út í morgun.

 

Fuglakønur hevur verið á Tinganesi, og hann sigur, at talan er um ungfugl, sum ikki reiðrast, og sostatt eru tað heldur ikki pisur, sum liggja og doyggja í hungri av hesum.

 

Myndin er av Facebook í gjárkvldið.