? Tað er nú sera sannlíkt, at ILA eisini er í alibrúkinum hjá Faroe Salmon, sum liggur við Kunoyarnes, sigur Peter Østergaard, djóralækni fiskasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Kanningar hjá starvsstovuni vísa, at ILA royndirnar, sum eru tiknar í alibrúkinum, eru positivar.
Tó verður bíðað eftir kanningarúrslitunum av kanningarstovuni í Aarhus, sum skal staðfesta kanningarúrslitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Peter Østergaard sigur, at kanningarstovan í Aarhus hevur drúgvari royndir at gera slíkar kanningar, og tí skal úrslitið staðfestast í Danmark. Annars er tað sami kanningarháttur, sum verður nýttur her í Føroyum.
Royndirnar vórðu tiknar hósdagin í seinastu viku, eftir at fellið gjørdist størri enn vanligt. Markið er 0,5 promillu. Royndirnar vórðu sendar niður til kanningar fríggjadagin.
Faroe Salmon er fyrr rakt av ILA. Í november varð ILA staðfest í alibrúkinum í Hvannasundi, og tá varð fiskurin tikin.
Vit royndu at fáa fatur á stjórunum í Faroe Salmon, men tað eydnaðist ikki.
Illgruni í Kaldbaksfirði
Illgruni hevur eisini verið um ILA í alibrúkinum í Kaldbaksfirði. Har vórðu tíggju royndir tiknar, og ein teirra var positiv. Hinar vístu einki tekin um ILA. Síðani vórðu tíggju nýggjar royndir tiknar, og hesar vóru allar negativar.
Peter Østergaard sigur, at tey fara at hava eyguni við alibrúkinum í Kaldbaksfirði, tí møguleiki er fyri, at ILA kortini eru í ringunum, hóast tíggju tær seinastu royndirnar ikki vístu tekin um sjúkuna.