ILA staðfest á Lambavík

ILA virus er staðfest í alibrúki á Lambavík, men enn er eingin laksur vorðin sjúkur. Fjørðurin verður nú avbyrgdur. Landsdjóralæknin er bangin fyri, at villur laksur spreiðir smittuna í Føroyum

 

Landsdjóralæknin hevur júst staðfest ILA á triðja sinnið í Føroyum. Nú er tað laksur á Lambavík, ið er raktur av álvarsama virusinum.

Bjørn Harlov, landsdjóralækni, sigur, at royndir hava staðfest, at ILA-virusið finst í alibrúkinum á Lambavík. Men tó eingi sjúkueyðkenni verið at sæð enn, eins og heldur eingin deyðiligheit er staðfest.

Kortini vera øll tiltøk sett í verk, fyri at virusið ikki skal spreiða seg. Lambavík og alibrúkið har verða avbyrgd. Men Landsdjóralæknin fer kortini ikki at krevja, at fiskurin verður tikin.

? Fiskurin sleppur at ganga, so leingi eingi sjúkueyðkenni eru. Eg fari ikki at krevja, at hann verður tikin, eins og laksurin í Funningsfirði og Oyndarfirði. Smittuvandin er nevniliga ikki so stórur, tá eingi sjúkueyðkenni eru, sigur Bjørn Harlov.

Landsdjóralæknin sigur seg ikki vita, hvussu laksurin á Lambavík hevur fingið ILA-virusið. Tí alibrúkið á Lambavík hevur einki samband havt við sjúkuraktu økini, Funningsfjørð og Oyndarfjørð.

Tó sigur Landsdjóralæknin seg vera »meget bekymret« fyri, at villur laksur er smittaður við ILA, og at tað er hann, sum ber smittuna víðari. Er hetta veruleiki, heldur landsdjóralæknin støðuna vera álvarsama fyri føroyska alivinnu.

? Tí so kunnu vit bara bíða eftir, hvar smittan rakar næstuferð, sigur Bjørn Harlov.