Tað var í seinastu viku, at alararnir fingu illgruna um, at okkurt var galið, tí fellið í ringinum var stórt. Teir boðsendu tí djóralækna, sum tók nakrar royndir, og tær vórðu sendar til Noregs til nærri kanningar.
Í síðstu viku ávaraðu landsdjóralæknin og Hans Jacobsen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, í Sosialinum um, at ILA fór at breiða seg um alt landið, og hetta gongur nú sjón fyri søgn.
ILA varð fyrstu ferð staðfest á Fuglafirði í apríl 2000. Síðani stóð alibrúkið á Oyndarfirði fyri skotum, og smittan breiddi seg eisini til Funningsfjørð. ILA varð síðani staðfest á Lambavík. Seinastu tvær vikurnar er ILA-virusið funnið í Nólsoyarfirði og í Hvannasundi.
Alarar vilja sleppa at koppseta fiskin beinanvegin, men hesum loyvir ES ikki enn. Landsdjóralæknin væntar harumframt, at vøksturin í alivinnuni ikki verður eins stórur, sum serfrøðingar hava væntað.