Landsstýrismálanevndin hevur fyrrapartin fundast um kæruna, sum Eivind Jacobsen á Strondum hevur sent nevndini um landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.
Við Rás 2 sigur formaðurin í nevndini, Bárður Kass Nielsen, at landsstýrismálanevndin enn ikki hevur avgjørt, um hon skal viðgera kæruna frá Eivind Jacobsen av Kristinu Háfoss.
Eivind Jacobsen hevur kært Kristinu Háfoss fyri framferðarhátt hennara í sambandi við eitt bræv, ið Fíggjarlit Støðufesti sendi Fíggjarmálaráðnum fyrr í ár um skattamálið hjá Eik.
Eisini verður landsstýrismálanevndin biðin um at kanna, um Kristina Háfoss hevur ráðgivið ella arbeitt við málinum í sínum borgarliga starvi sum deildarleiðari og juridiskur og búskaparligur ráðgevir hjá TF Holding, sum eigur Eik Banka.
Spurningurin er, um Kristina Háfoss eigur nakran leiklut í, at Eik Banki slapp undan at gjalda skatt av 500 milliónum krónum, tá bankin varð endurreistur.
Bárður Kass Nielsen úr Nýggjum Sjálvstýri er formaður í Landsstýrismálanevndini. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen á Rás 2 gjørdi við Bárð Kass Nielsen.