Ikki varug við friðingina

- Kommunan er ikki gjørd varug við, at talan er um friðað øki. Hvørki byggisamtykt, tinglýsing ella servituttar á økinum siga nakað um friðing, og tí hevur arbeiðið við málinum gingið sína gongd.


Tað skrivar Klaksvíkar kommuna í fráboðan, ið er løgd á heimasíðuna hjá kommununi í dag, sum viðmerking til tíðindini í Norðlýsinum í dag, har Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, fanst harðliga at Klaksvíkar kommunu, sum í samband við arbeiðið at gera eina býarlund í Akursmørk, miðskeiðis í býnum, hevur gjørt seg inn á elstu búseting í býnum.


- Tað er fullkomiliga óskiljandi at Klaksvíkar Kommuna ferð so illa við sínum fornminnum, at teir uttan nakað fyrilit eru farnir at grava har skrásett fornminnir eru, sigur Herleif Hammer við Norðlýsið.


Í svarinum á heimasíðuni hjá kommununi verður øll málsgongdin av málinum lýst, og víst verður á, at arbeitt hevur verið við hesum síðan 2012, tá Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, vann hugskotskappingina um nýgggja miðbý. Tá var nýggja býarlundin partur av vinnandi uppskotinum. Og kommunan vísir á, at so seint sum 21. februar 2018 var verkætlanin alment frammi, tá tíðindini bórust, at Kanjon hevði undirskrivað sáttmálan um at gera arbeiðið.


Harumframt verður víst á, at kommunan hevur yvirhildið allar sínar skyldur í samband við málsviðgerðina og fyrireikingina av arbeiðinum.


- Øll málsviðgerð og fyrireiking hevur tikið hædd fyri galdandi byggisamtykt fyri økið, sum ásetur, at økið er avsett sum grønt øki í økisparti D9. Byggisamtyktin inniheldur ikki viðmerkingar um friðing ella fornleivdir, og hon er góðkend av Føroya landsstýri og Umhvørvisstovuni, sum umsitur slík mál, skrivar Klaksvíkar kommuna.


Eftir at arbeiðið fór í gongd og kommunan bleiv gjørd varug við støðuna, varð fundur fingin í lag við avvarðandi myndugleikar, vísir kommunan á.


- Tá ið kommunan nú, í samband við byrjanina av sjálvum graviarbeiðnum, er gjørd varug við, at økið sambært Tjóðsavni Føroya er friðað, varð fundur við Tjóðsavnið fingin í lag sum skjótast.


- Í sama umfari varð lagt upp til, at Tjóðsavnið kundi senda umboð norður til Klaksvíkar at gera kanningar av eventuellum fornleivdum. Hetta tí at kommunan sjálvsagt ikki vil gera seg inn á nakað friðað øki, men harafturímóti er opin fyri at innlima møguligar fornleivdir í lundina, skuldu kanningarúrslit víst, at talan veruliga er um slík á økinum, skrivar kommunan og upplýsir eisini, at hon hevur heitt á Tjóðsavnið um eina skrivliga leiðbeining um, hvussu víðari skal farast fram, men hevur higartil onki móttikið.