Kystmagasinet.no endurgevur um dagarnar grein um ein túr hjá føroyska djúpvatnstrolaranum, Suðringi, sum teir gjørdu um miðjan juni í ár. Tað er fiskerforum.dk, sum er keldan til greinina.
Her verður sagt, at Suðringur á nevnda túri hevði 22,5 tons av stinglaksi og 10 tons av blálongu. Teir fiskaðu í níggju dagar á einari leið suður úr Føroyum. Veiðan varð seld fyri 476.900 danskar - ella 668.000 - norskar krónur.
Í greinini verður sagt, at stinglaksur livur í dýpi, sum liggur millum 200 og 1700 metrar, og fiskurin kann gerast upp í 110 sentimetrar langur. Stinglaksur er rovfiskur, sum jagstrar krabbadýr, høgguslokk og onnur fiskasløg um náttina.
Sagt verður, at fiskurin serliga verður veiddur kring Madeira, Kanarisku Oyggjarnar og iberisku atlantarhavsstrondina, sum er strondin fram við Spania og Portugál. Á Madeira, har tey rópa fiskin espada, verða eini 3000 tons av stinglaksi fiskað um árið.
- Stinglaksur er mest eftirspurdi matfiskur á Madeira, verður lagt aftrat.