Í Sosialinum leygardagin vísti virkisleiðari á hagtøl, sum prógva, at miðalvektin á upsa minkaði eitt pund seinna hálvár í fjør í mun til fyrra hálvár sama ár.
- Men hetta er ikki óvæntað, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.
Ikki sæð hetta "fenomenið" áður
Hann vísir á, at árgangurin, sum talan er um, er heilt óvanliga góður.
- Vit hava ongantíð sæð hetta "fenomenið" áður, sum tá ið smái upsin, sum núer inni í fiskiskapinum, var ternumurtur. Tá var ein ørgrynna av ternumurti fram við landi longu tíðliga um heystið, nógv meira enn vanligt.
Hjalti vísir á, at t.d. í Vestmannasundi livdi alt av berum ternumurti hettaheystið.
- Og heystið 1997-1998 var óvanliga nógvur smáseiður allastaðni.
Hann vísir á, at í summar høvdu skipini stórar trupulleikar av hesum seiði, sum tey fingu í velduga stórum hálum. Tískil noyddist Vaktar-og Bjargingartænastan at steingja leiðir.
- Minnist eg rætt, er hetta fýra ára gamal upsi nú.
Hjalti sigur, at so hvørt, sum seiðurin veksur, kemur hann út á leiðirnar, har upsin heldur til og kemur tískil inn í fiskiskapin.
- Nú veksur hesin fiskurin skjótt, og vónandi verður nakað eftir av honum, tá ið hann verður størri.
Ov stórt veiðitrýst
Stjórin minnir framvegis á, at veiðitrýstið undir Føroyum yvirhøvur er ov stórt, og tí verður so nógv tikið av hesum smáa upsanum, nú áðrenn hann er vaksin.
- Sjálvandi verður nógv fiskað av einum stórum árgangi, og tað liggur eisini ískipanini, vit hava. Men eg haldi, at kjansurin hjá fiskinum at gerast gamal, er ov lítið, tá ið trýstið er so stórt. Hesin javngamli fiskurin gongur ofta saman í torvum ? og ikki saman við størri ella smærri fiski. Tí kunnu skipini gera velduga stór hál av hesum smáa upsanum, meðan lítið og einki einki sæst til tann størra fiskin, sigur Hjalti.
Hann vísir á, at tess størri fiskurin er, jú lættari er hann at arbeiða, og meira fæst fyri hann á marknaðinum.
- Sum nú er, verður ein veldug nøgd av smáupsa veidd undir Føroyum, sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda.