Ikki uppvandur at føra meg fram

Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins:

Sjálvandi er tað óheppið, at tjóðveldisveljarar peika á ein javnaðarmann sum løgmann, men tað er ikki persónar tað snýr seg um, men politikkur

Sambært veljarakanningini hjá Sjónvarpi Føroya fær løgmansevnið hjá flokkinum, ið verður spáddur størstu framgongdina, Tjóðveldisflokkinum, minstu undirtøkuna. Bert 2 prosent av teimum, ið hava tikið lut í kanningini, vísa á Heina O. Heinesen sum løgmann.

? Tað taki eg ikki í so stórum álvara, tí tað er bara ein veljarakanning. Løgmaður verður ikki valdur beinleiðis av fólkinum. Hetta eru nærum amerikanskir tilstandir, at fólk bjóða seg fram á henda hátt. Eg dugi ikki at síggja, at Jóannes Eidesgaard skal vera betri egnaður sum løgmaður enn til dømis Henrik Old fyri at taka eitt dømi. Tað er floksapparatið í Javnaðarflokkinum, fjølmiðlarnir umframt nøkur, ið sjálv ætla sær fram, sum seta Eidesgaard fram sum tann stóra statsmannin, sigur Heini O. Heinesen.


Ivi um Heina

Heini O. Heinesen hevur verið í politikki í nógv ár og líka síðani hann gjørdist formaður í 1994, hevur flokkurin havt eina javna framgongd. Á valinum í 1994 fekk flokkurin 13,4 prosent, men longu eitt ár seinni varð hann í eini veljarakanning spáddur til at eiga undirtøku millum 21,2 prosent av fólkinum og í veljarakanningini beint upp undir Fólkatingsvalið 25,2 prosent. Men flokkurin hevur havt innanhýsis trupulleikar og líka síðani, Heini gjørdist formaður, hevur ivi verið sáddur í flokkinum um hann sum leiðara.

? Tað er sjálvandi óheppið, at flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum kemur við eini yvirlýsing, ið sigur, at vit einki løgmansevni hava ? eftir at eg eri valdur til formann. Og ikki minni, at tjóðveldisveljarar peika á eitt javnaðarløgmansevni. Men eg eri ikki uppvandur við at føra meg soleiðis fram sum onnur gera. Eg eri ikki tann mest eleganti og fotogeni á sjónvarpsskíggjanum og dugi ikki líka væl at koma við stuttum svarum, tá ið spurt verður. Hinvegin vil eg ikki spæla sjónleik fyri veljaranum, tí tað er politikkurin hjá flokkinum, tað ræður um, ikki persónar. Aðrir politikarar eru oftari at síggja og hoyra í fjølmiðlunum, Jóannes Eidesgaard hevur nógvar ferðir oftari verið frammi enn eg. Vit hava eitt greitt stavnhald, nógv góð valevni og eru fús at leiða eina komandi samgongu. Eg eri ikki bangin fyri at taka við landsins leiðslu og sum er dugi eg ikki at síggja, at eg havi nakran kappingarneyta í flokkinum. Eisini eru tey nógv, ið síðstu tíðina hava heitt á meg um at taka við fiskivinnumálum í einum komandi landsstýri, sigur Heini O. Heinesen.


Herðaklapp

Heini O. Heinesen fekk eitt herðaklapp á Fólkatingsvalinum herfyri, tá ið hann fekk 1200 persónligar atkvøður ? hitt løgmansevnið í Norðuroyggjum, Anfinnur Kallsberg fekk 300 persónligar atkvøður.

? Eftir mínum tykki er tað ongantíð komið greiðari fram, hvør er leiðari í flokkinum. Tað vera veljararnir í Norðoyggjum, ið gera av á løgtingsvalinum, hvussu stóra undirtøku eg fái.

Hóast spáddur at fáa annan Fólkatingsmannin og 25 prosent av veljarafjøldini, gjørdist endaliga úrtøkan bert 20 prosent. Var orsøkin ikki, at flokkurin ikki hevði eitt greitt løgmansevni.

? Orsøkin til úrslitið var, at Finnbogi Ísakson spældi út við javnaðarpolitikki og at Jóannes Eidesgaard spældi út við tjóðveldispolitikki, sigur Heini O. Heinesen at enda.