Ikki upplivað so nógvar frustratiónir áður

Lærarar koma í eina ónda ringrás av strongd.

Andrea á Rípuni, skrivari hjá Føroya Lærarafelagið, metir seg ongantíð hava merkt til eins nógvar frustratiónir millum lærarar sum og, men tó, at nógvir teirra eru tigandi.

 

- Lærarar vilja sum oftast ikki vera við, at teir eru strongdir, men siga heldur, at teir hava nógv at gera beint nú, tað gongur yvir. Men strongd er nakað, ið kemur sníkjandi, og áðrenn tú varnast, so er galið, skrivar hon á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.

 

Hon vísir á, at krøvini seinnu árini eisini eru herd fyri hvussu nógv lærarar skulu fáa burtur úr sama tímatali sum áður, og undrast:

 

- Hvussu ber tað til, at mann nú á døgum hevur skipanir, ið eru soleiðis skrúvaðar saman, at fólk mugu og skulu renna skjótari, taka sær av størri uppgávum, fella meir niður á pappír, fundast meir og mangt annað, alt í sama arbeiðstíðarbili sum fyri 15 árum síðani? Er tað nakað at siga til, at lærarin kennir, at hann ikki nær alt tað, ið honum er álagt? Vit skulu minnast til, at lærarar hava eina sera stóra ábyrgdarkenslu, og ofta fara út um tað, sum verður kravt av einum lærara, tí næmingurin hevur tørv á tí, skrivar hon.

 

Sambært henni koma lærarar í eina ónda ringrás, har teir kanska ganga við strongdini í longri tíðarskeið, fyri at vera sjúkrameldaðir í eitt ov stutt tíðarskeið til, at man fær komið seg.

 

- Hetta ger bara støðuna enn verri, tí er tað nakað, ið er vanlukkuligt fyri strongd, so er tað, at hond ikki verður tikin um trupulleikan. At lærarin ikki fær møguleika at finna orsøkina til strongdina og tí heldur ikki fær gjørt nakað við tað. Endin er, at tá lærarin fer aftur til arbeiðis, so er galið aftur ógvuliga skjótt, skrivar Andrea á Rípuni.