Ikki tvær kærleikskúlur eru eins

Tað verður á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum hósdagin, at Dugni fer at avdúka kærleikskúluna 2014.

Tað verður á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum hósdagin 27. november klokkan 9 - og saman við Listasavni Føroya - at Dugni fer at avdúka kærleikskúluna 2014.

 

Dugni gevur eina serstaka kærleikskúlu út um árið. Hvørt ár verður tað eitt nýtt føroyskt listafólk, sum sniðgevur kærleikskúluna.

 

Tað eru seks ár síðan, at fyrsta føroyska kærleikskúlan kom út.

 

Kærleikskúlan 2014 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið, og listafólkið fer eisini at greiða frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

 

Á hátíðarløtuni fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at flyta fram røðu, og Ása Olsen fer vegna stýrið fyri Dugna at heiðra eina virðiliga fyrimynd.

 

- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði, kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku.

 

Hedvig Johansdóttir, fyribilsstjóri í Dugna, vísir á, at kúlan er handgjørd, og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt.

 

- Kærleikskúlan 2014 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið frá 28. november til og við 23. desember - í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til at styrkja um arbeiðsførleikar hjá fólki, sigur fyribilsstjórin.