?Ikki í tráð við samgonguskjalið

Samgongulimurin Kári P. Højgaard vísti í tinginum týsdagin stóra misnøgd við framferðarháttin í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni

POLITIKKUR

Fyrispurningurin hjá Lisbeth L. Petersen til Annlis Bjarkhamar setti veruliga gongd á eitt orðaskifti í tinginum týsdagin. Týðuligt er, at fleiri tingmenn sakni møguleikan at kjakast um evnið, og hetta gav eisini at bíta í drúgva orðaskiftinum.
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og limur í samgonguni, segði seg ikki vera nøgdan við framferðarháttin í sambandi við ætlaðu yvirtøkuna av fólkakirkjuni.
?Eg eri keddur av, at málið er komið soleiðis fram, segði Kári P. Højgaard av tingsins røðarapalli týsdagin. Hann sipaði til, at hann umvegis fjølmiðlarnar um vikuskifitið varð kunnaður um gongdina.
Hann fór eisini so langt sum at siga, at ætlaða yvirtøkan ikki er í tráð við samgonguskjalið, sum Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin skrivaði undir 6. juni ár.
Hann vildi fegin sláa fast, at hann er hundrað prosent fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, men framferðarhátturin hóvaði ikki honum.
?Hetta er eitt óneyðugt signal. Vit skulu taka øll við í sambandi við yvirtøkuna, segði Kári P. Højgaard.
?Orðingin um yvirtøku av fólkakirkjuni er soljóðandi í samgonguskjalinum: Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.?
Tað er hendan orðingin, ið tingmaðurin og samgongulimurin Kári P. Højgaard ikki heldur verður fylgd.
Løgmaður segði í løgmansrøðu sínari á ólavsøku, at fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin.
?Vit skulu taka málið frá rætta endanum, segði Kári P. Højgaard eisini í tinginum týsdagin.