Ikki træta, Poul

Bjarni Djurholm

Nú Poul Michelsen aftur var í blekkhúsinum um Postverkið, er samanumtikið lítil munur millum sjónarmið og lógaruppskotið. Tí er ilt at skilja allan larmin. Fólkaflokkurin boðar eisini landsstýrinum frá 11. februar, at flokkurin tekur undir við umleggingini. Havi fyri ordans skyld kannað, hvat PM hevur sent til løgmansskrivstovuna, men har vita tey einki um nakað bræv.
Tað vera sjálvsagt nógvar viðmerkingar og uppskot til broytingar í løgtinginum um postverkið, sum samgongunnar og ikki minst fólkafloksins umboð í Vinnunevndini fara at greiða - ikki minst vinnu-rekandi at gagni. Har er PM ikki limur, men fyri tað verður uppskotið í góðum hondum.
Farnu 6 árini hevur fólkaflokkurin stríðst fyri fyri at fáa einskiljingar á lunn. Hetta eydnaðist ikki. Nú er vend komin í. Saman við javnaðar- og sambandsflokkinum fer fólkaflokk-urin í næstum at leggja fram einskiljingarskrá, sum verður søgulig. So - fat mod Daniel (Poul).
Fólkaflokkurin hevur verið eyðkendur av sátt og semju tað undirritaði minnist. Hvat varamaðurin annars heldur um undirritaða kunnu onnur meta um. Bara spell, um ónollurnar og persónliga brikslið, sum hevur eyðkent tjóðveldið, fara at smitta fólkaflokkin.
Tí eru míni ráð til varamannin, vend kanónunum úteftir og ikki inn í flokkin. Hetta er so seinasta viðmerkingin á hesum sinni.