Á einum arbeiðsplássi er vandi fyri, at prátið fellur í eina ávísa legu, sum í veruleikanum er skaðilig fyri arbeiðsumhvørvi, greiddi Dorthe Birkmose frá í Dansifrøi í kvøld.
Torfør avvarðandi, tungir klientar, strævin typa og mong onnur dømi vóru á lofti.
Dorthe Birkmose segði, at tað er sera týdningarmikið, at slíkt prát verður stegðað, tí at tað er eitt tekin um, at starvsfólkini eru um at gerast rá.
- Um ein loyvir slíkum neiligum prátið, verður ráanin verri. Jú longri tíð gongur, jú meiri venur ein seg við prátið. “Jú, men soleiðis práta vit her. Ein má hava lov at siga sína meining og lufta út.” Nei. Ein verður ávirkaður av tí, ein hoyrir. Neilig tala ávirkar tína fatan av teimum, sum talað verður um. Soleiðis breiðir ráanin seg gjøgnum neiligu taluna, sigur Dorthe Birkmose.
Hon peikar á, at ein stór avbjóðing er, tá neiliga umtalan verður huld í skemtið.
- Skemt er ein týdningarmikil partur av sosiala sambandinum millum menniskju og millum starvsfólk. Tað er týdningarmikið, at vit megna at flenna eftir tragikomiskum støðum og er ein sunn verjumekanisma. Samstundis er skemt nakað av tí, sum kann særa mest. Tí hvør dámar, tá fólk flenna at tær, spyr hon.
Hon vísir eisini á, at við at ballað neiligar viðmerkingar í skemt, gerst tað sera torført at finnast at teimum. Um tú sigur okkurt neiligt um onkran, og so flennir aftan á, “Tað var bara til stuttleikar,” hevur tú so sagt viðmerkingina ella ikki?
Dorthe Birkmose segði eisini, at eitt tað týdningarmesta at lúka út úr prátinum vóru søgur um manglandi álit.
- Tá starvsfólkini ikki longur hava álit á brúkaranum er ráanin komin langt á leið. Sum starvsfólk er tín fremsta uppgáva at veita búfólkunum og brúkarunum umsorgan. Um tú sigur søgur fyri at rættvísgera, hví tú ikki skal gera tað, ert tú vorðin ráur, segði hon.
Sum dømi nevndi hon at fólk kunnu siga “Hatta ger hann bara fyri at fáa uppmerksemi.” Og loysnin hjá starvsfólkunum er so sjálvandi ikki at geva uppmerksemi og umsorgan.
- Ella hitt. “Um hann fær umsorgan, so vilja øll hini bara hava eisini.” Men er tað ikki júst tí, at tú ert í starvi? Fyri at geva teimum umsorgan? Um fólk veruliga hava tørv á umsorgan og uppmerksemi, so skulu tey hava so nógv av tí sum gjørligt, segði hon.
- Tað, sum er hent í slíkum støðum er gjarna, at starvsfólkini eru so máttleys, at tey orka ikki longur. Tey eru tí farin at siga søgur fyri at verja seg sjálvi, fyri at sleppa undan at gera sítt arbeiði. Tað verður eitt stríð millum tey og okkum. Vit lata brúkaran bíða, tí vit hava vald til tað. Tá eru vit veruliga vorðin rá, sigur hon.
Hon hevur tó eina ávaring um jaliga málburðin eisini.
- Neiligur málburður er í minsta lagi erligur. Eg havi tað ringt innan og tí tosi eg ljótt um fólk. Jaligur málburður er ikki nakað frægari. Tá tosa vit jaligt um nakað, sum ikki er jaligt. Tá skapa vit bara aðrar trupulleikar, segði hon.
- Vit skulu sjálvandi ikki ganga í nei-hattinum, men vit skulu so sanniliga heldur ikki ganga og mala í ja-hattinum. Vit skulu als ikki vera í hatti. Lívið er fult av grátónum millum báðar pólarnar, sum vit mugu tora at vera erlig um, sigur Dorthe Birkmose.
Hon greiddi millum annað frá hesum, at nú finnast ikki longur trupulleikar, einans avbjóðingar.
- Munurin er tó, at tá eg sigi, at eg havi ein trupulleika, so vita øll, at mær tørvar hjálp at loysa hann. Sigi eg, at eg havi eina avbjóðing, so sigi eg, at eg bara má taka meg sjálva saman og vinna á avbjóðingini, men at eg megni tað uttan hjálp, greiðir hon frá.