Ikki tað besta at keypa fisk í Føroyum

Norðmenn liggja framvið, nú minni av íslendskum fiski kemur á marklnaðin í Grimsby

Bretska kringvarpið BBC sig­ur, at tann álvarssama fíggj­arkreppan í Íslandi hevur havt við sær, at munandi minni av íslendskum fiski kemur á marknaðin í Grims­by nú enn fyrr. Ein onnur orsøk er, at íslendingar hava valt at virka ein størri part av fiskinum í Íslandi.
BBC veit eisini at siga, at norðmenn ætla sær at fáa vinning av, at minni fiskur kemur úr Íslandi, og í næstum kemur ein norsk sendinevnd til Grimsby at tosa um at flyta meiri norskan fisk á marknaðin har.
Ein av fiskaseljarunum í Grimsby, Andy Fyche, sigur við BBC, at nú minni fiskur kem­ur úr Íslandi, hava hann og felagar hansara ver­ið noyddir at keypa fisk í Føroyum og Noregi. Men tað er ikki tað besta, sigur hann, tí tá síggja teir ikki fiskin, áðrenn teir keypa hann. Kemur fiskurin har­aftur­ímóti á marknaðin í Grims­by, kunnu teir hyggja at fiskinum, áðrenn teir keypa, sigur Andy Fyche við BBC.