Fyri stuttum skrivaðu vit um tær nýggju sólirnar hjá svimjihøllini í Havn. Vit skrivaðu grein, har prátað var við Elina Hjelm um, at tað er kappingaravlagandi fyri hana og onnur, ið reka privata sólmiðstøð, at Svimjihøllin leggur seg út í kappingina. Av misgávum komu vit at endurgeva Elina Hjelm fyri at siga, at Svimjihøllin hevði keypt sær nýggjár sólir, ið eru bestar í landinum. Hetta var skeivt endurgivið. Elin Hjelm segði, at Svimjihøllin hevði keypt sær dýrastu sólirnar í landinum, men at tær tó ikki nýtast at vera tær bestu.










