Ein av avgjørdi profilunum í Effodeildini, NSÍ-vongleikarin Árni Frederiksberg, hevur áður boðað frá, at hann ikki er tøkur til føroyska A-landsliðið. Orsøkin er, at hann er upptikin av lesnaði.
Kappingarárið hjá føroyska landsliðnum er júst av, og skuldu boð verið eftir Árna næsta ár, so er støðan framvegis tann sama: Árni Frederiksberg er ikki tøkur til landsliðsfótbólt.
Tað staðfestir Árni Frederiksberg í Sosialinum í dag, har hann er tann útvaldi til “fimm skjótir” og eitt nú eisini svarar hvussu hann er nøgdur við kappingarárið í ár, bæði persónliga og vegna NSÍ.