Ein dómari hevur púrasta avvíst pástandinum frá einum manni, sum vildi hava innlit í testamentiið hjá Margreth prinsessu sálu Dómarin, Mark Potter, avsegði í gjár dóm í málinum, har 52-ára gamli Robert Brown hevði stevnt fyri at fáa innlit í testamentini hjá Margareth prinsessu og móðir hennara, bretsku Elizabeth drotning.
Brown vildi vera við, at hann er sonur Margareth og Peter Townsend, sersjanti. Tey bæði vóru væl eitt tíðarskeið, men fóru hvør til sítt eftir stórt trýst frá kongaligu familjuni og ensku kirkjuni í 1955.
Í dóminum sigur Mark Potter, at »Brown hevur ikki ávíst, at nakar persónur ella kelda annars, nakrantíð hevur sagt honum ella so mikið sum givið nakra ábending um, at hann er sonur Margareth prinsessu«.
Dómarin segði víðari: »Hann viðgongur í veruleikanum tað beint øvugta. Alt bendir á, at pástandurin byggir á tankar, kenslur og ímyndir, sum eru komnar yvir hann lutfalsliga seint í lívinum«.
Frank Hinks, ein sakførari, sum umboðar búgvið eftir Margareth prinsessu, sigur, at Brown ikki hevur ført fram eitt einasta prógv fyri síni »øru ranghugsan«.
Margareth prinsessa doyði 9. februar 2002 og móðir hennara, Elizabeth drotning, 30. mars sama ár.










