Ikki so turt sum annars lovað

Tað verður nakað av vindi komandi dagarnar, tó ikki líka nógv sum hevur verið í nátt, sigur veðurstovan DMI.

Eitt lágtrýst við Ísland flytir seg í ein norðan og eitt tilhoyrandi brúgvalag kemur í nátt yvir Føroyar av vestri og viknar. Eitt hátrýst yvir Danmark flytir seg í ein vestan móti bretsku oyggjunum og seinast í vikuni í ein landsynning móti eysturevropa. Hetta hevur við sær støðugari veður í Føroyum eina stund.

 

Fyrrapartin týsdagin snarar vindurin í ein útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, seinnapartin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í, onkur sólglotti og tað verður turt. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin aftur upp í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og stundum sól. Hitin millum 10 og 12 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Hann øtlar tó vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Enn skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, men av og á makar hann vindin. Skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og møguliga sól av og á. Hitin millum 10 og 12 stig.