Ikki so nógv trýst

? Fólk hava fortjent at hava frí leygardagin fyri jól, tá tey annars hava arbeitt so nógv í árinum, heldur Jason Johannesen.

 

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen


Á Fiskavirking í Saltangará er eftir øllum at døma ikki so ógvuliga nógv arbeiðstrýst nú hesar seinastu dagarnar undan jólum. Og tó; tey, sum arbeiða á virkinum, hava havt nóg mikið at gera alla hesa vikuna.

? Eg vil siga, at hetta er ein passalig vika nú uppundir endan av árinum, sigur Jason Johannesen, stjóri á virkinum.

Fýra trolarar

Mánadagin landaðu Stjørnan og Polarhav; teir høvdu umleið 240.000 pund tilsamans, harav eini 200.000 pund var upsi, sum virkið í Saltangará keypti. Mikudagin landaðu Jaspis og Ametyst. Hetta var ein minni túrur. Teir høvdu eini 80.000 pund, harav eini 50.000 pund var upsi.

Í vikuni hevur virkið í Saltangará keypt 40.000 pund av upsa frá P/F Beta, og Jason Johannesen væntaði mikudagin, at teir fara at keypa eini 70.000 pund aftrat frá einum av vestmannabátunum.

Gott at fáa frí

- Vit hava havt passaligt at gera hesa vikuna. Vit hava arbeitt eitt sindur longri hvønn dagin fyri at fáa fiskin undan, soleiðis at fólkinum ikki nýtist at koma til arbeiðis leygardagin.

Hann heldur, at tey, sum hava arbeitt næstan hvønn dag í árinum, hava uppiborið at fáa jólafrí, tá ið arbeiðsdagurin er lokin fríggjadagin.- Og soleiðis verður tað her hjá okkum, leggur Jason Johannesen aftrat.