Jaspur Vang, løgtingsmaður
------
Hvørt mansbarn í Føroyum veit jú, at skerjingin og fastfrystingin av ríkisveitingini er størsta politiska mistak, sum nakrantíð er gjørt í føroyskari politiskari søgu, og at ætlaninar hjá Tjóðveldi um at skerja veitingina enn meira, er ábyrgdarleyst ørvitistos.
Tí er tað væl skyljandi, at Høgni Hoydal, uttan iva út frá lærusetninginum, at verða eini ósannindi endurtikin nóg ofta, so trýr fjøldin ósannindunum at enda, nú um dagarnar í miðlunum hevur havt grein undir heitinum “Blokkerandi blokkmytan”.
Panikkur í loysingarmonnum.
Øll vita vit, at bankapakki I og II bjargaðu føroysku bankunum og harvið føroyskum vinnulívi, umframt at bankapakkarnir tryggjaðu privata innistandandi føroyinga í bankunum. Hvørt mansbarn í Føroyum hevur sostatt enn einaferð verið vitni til styrkina og veruligu virðini í ríkisfelags-skapinum tá ástendur. At hettar er ein beiskur biti at svøljga hjá loysingarvonginum í føroyskum politikki og ein beinleiðis hóttan móti fullveldistilgongdini, er tí sjávlsagt.
Ríkisrættarliga støða Føroya, styrkin og tryggleikin í samhaldsfasta, vælvirkandi felags-skapinum, samanborið við syrgiligu støðuna, sum grannatjóð okkara, Ísland, í løtuni tíverri er í, mann renna mongum føroyingi til hugs í hesum døgum.
Samanumtikið er tað tí ikki so løgið, at panikkur er í Tjóðveldi, og at Høgni Hoydal heldur orsøk vera til enn einaferð at niðurgera ríkisfelagsskapin og m.a.royna at burturforklára avleiðingarnar av skerjingini og fastfrystingini av ríkisveitingini. Veuleikin inna eitt nú almannaøkið, sjúkrahúsverkið og skúlaverkið prógvar jú, at boðskapur Tjóðveldis er bæði veruleikafjarður og innantómur. Tí er tað so umráðandi hjá floksformanninum at halda lív í fullveldismytunum.
Tjóðveldi og hinir loysingarflokkarnir kosta landskassanum 1,5 milliard kr. árliga.
Í svari uppá skrivligan fyrispurning frá undirritaða á Løgtingi, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út, at skerijingin og fastfrystingin av ríkisveitingin til og við 2009 hevur kostað føroyska skattgjald-aranum 3, 8 milliardir krónur. Fyri árið 2009 einsamalt kostaði skerjingin og fastfrystingin 579,5 milliónir krónur. Av tí at ríkisveitingin er frumminntøka, skal missurin hjá føroyska samfelagnum av nevndu skerjing og fastfrysting faldast við mulitplikatiónsfaktorinum. Sostatt er missurin av skerijingini og fastfrystingini fyri føroyska samfelagið í veruleikanum uml. 10 milliardir krónur higartil, og fyri árið 2009 einsamalt, uml. 1,5 milliard krónur. Tað er veruleikin.
Tí er tað sjálvandi púra burtuvið, tá Høgni Hoydal í grein í miðlunum nú um vikuskifti undir heitinum “Blokkerandi blokkmytan”, roynir at gera landskassamissin av skerjingini og fastfrystingini av ríksiveitini til eina mytu. Sannleikin mann hinvegin vera tann, at veruleikin er vorðin Høgna Hoydal & co. ein marra, sum flokkurin ikki kann renna undan og ikki kann burturforklára.
Lat okkum gagnnýta møguleikarnar, heldur enn at skapa forðingar.
Øll vita vit, at føroyska vælferðarsamfelagið er bygt upp í ríkisfelgsskapi, og at Føroyar komu burtur úr seinastu kreppuni í ríkisfelagsskapi, eins og vit, m.a. við bankapakka I og II eru væl ávegis burtur úr hesari fíggjarkreppuni.
Meðan øll heimsins lond og eisini virkir leita saman í størri eindir, fyri á tann hátt at leita sær styrki í stødd, byrjar Tjóðveldi nýggja árið við at blása lív í áralongu oyðimarkargongd flokksins. Alt hettar í royndunum at fasthalda føroyska samfelagnum í nationalromantisku naggatódnini og skapa forðingar, heldur enn at síggja møguleikar.
Vit í Sambandsflokkinum velja at gagnnýta møguleikarnar í ríkisfelagsskapinum. Upptakið eftir m.a. fullveldissamgonguna kemur at halda áframm í nýggja árinum, eins og vit mugu berja okkum burtur úr kreppuni, sum vit nú eru í. Tað verður ikki lætt, og gerst ikki eftir einum degi, men sjálvandi fer tað at eydnast okkum – eisini hesu ferð.
Á Tvøroyri tann 10. januar 2010.