- Vit fara at taka málið um at boykotta Sea Shepherd, upp til nýggja viðgerð.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Tvøroyrar Býráð hevur einmælt samykt at at nokta Sea Shepherd atgongd til allar kommunalar hentleikar.
Men nú hevur Kommunala Eftirlitið viðgjørt spurningin, og har er niðurstøðan greið. Og niðurstøðan er, at allir borgarar skulu viðfarast eins. Sostatt kann ein kommuna ikki nokta fólki atgongd til kommunalar hentleikar, bara tí teir eru knýttir at einum felagsskapi, sum hava eitt endamál, býráðslimir ikki taka undir við.
Kristin Michelsen sigur, at býráðið fer nú at viðgera málið av nýggjum. So stendur tað til meirilutan í býráðnum, hvat skal henda, leggur hann afturat.
Men sjálvur leggur borgarstjórin dent á, at hann er ikki sinnaður at slaka.
- Eg eri ikki sinnaður at flyta meg tað stóra í hasum málinum, sigur Kristin Michelsen.
Hann sigur, at so er hann eisini til reiðar at taka tær avleiðingar, hetta kann fáa.
Hann sigur, at tað kann ikki vera rætt, at myndugleikin ikki hevur rætt til at seta tiltøk í verk fyri at avmarka virksemið hjá fólkum sum koma higar við einum einasta endamálið – sum tey heldur ikki dylja fyri, og tað er at leggja seg út í okkara lógliga virksemi.
Hann leggur afturat, at felagsskapurin er útihýstur fleiri staðni og tað kann rætt og slætt ikki passa, at tað ikki skal bera til at seta tiltøk í verk ímóti einum slíkum felagsskapi, sigur Kristin Michelsen.