Fiskidagar
Á tingfundinum í gjár, tá 1. viðgerð var av málinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, var fiskiskipavinnan væl umboðað og fylti soleiðis øll áhoyraraplássini í løgtinginum.
Millum teir, sum fylgdu nøkrum av framløgunum og kjakinum, var Jónsvein Knudsen, næstformaður í Føroya Reiðarafelag, sum eisini hevur verið útgerðarmaður og skipaeigari í fleiri ár.
Onnur umboð vóru eisini fyri reiðarafelagið, eitt nú formaðurin, Viberg Sørensen og nevndarlimirnir, Hanus Hansen og Jóhan Joensen.
Ikk áður
Jónsvein Knudsen sigur, at hann ongantíð áður hevur verið í tingsalinum og spurdur, hvussu hann upplivdi hesa løtu, hevur hann ikki hug at siga sína erligu meining um hetta alment.
- Men hetta var í hvussu er eitt gott høvi at práta við onnur vinnuumboð og umboð fyri politiskar flokkar um málið um fiskidagar og økisfriðingar, sum nú er farið í vinnunevndina.
Eftir tingfundin í gjár, sigur Jónsvein seg ikki vænta, at skerjingarnar í fiskidøgum verða so ógvusligar, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur skotið upp.
Uppskotið hjá landsstýrismanninum er í stuttum, at fiskidagarnir hjá partrolarum skulu skerjast við 20%, meðan dagarnir hjá húkaflotanum skulu skerjast við heili 50%.
Haraftrat verður skotið upp at halda fast um friðingar, sum eru fyri trolveiði á landgrunninum, umframt at gýtingarleiðir í enn størri mun skulu friðast.
Væntar skerjing
- Eg vænti, at vit fáa eina skerjing í fiskidøgum fyri komandi fiskiár, men eg vóni ikki, at henda skerjing verður ov stór.
Jónsvein sigur, at sambært formanninum í vinnunevndini, Jóhan Dahl, kemur málið ætlandi úr vinnunevndini aftur longu fríggjadagin, men áðrenn komið er har til, verða umboð fyri vinnuna ætlandi kallað til fundar í vinnunevndini hósdagin.
- Eg vóni, at politiski myndugleikin ikki leypur fram av og tekur eina avgerð, sum ger enda á okkara fiski-og útróðrarflota.
Næstformaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur, at nú myrk skýgg hanga yvir einum stórum parti av fiskiskipavinnuni, og fleiri skip liggja, tí bunkringin er vorðin so dýr, skuldi ikki verið neyðugt at lagt stein oman á byrði, sum ein søguliga stór skerjing av fiskidøgunum hevði verið.
- Vit kunnu siga, at í tíðum, sum hesum, nú bæði dýr bunkring og partvís manningartrot gera seg galdandi, regulerar fiskiskipavinnan seg í stóran mun sjálv, og soleiðis verður eisini veiðitrýstið minni.
Jónsvein Knudsen vísir á, at ein stórur partur av djúpvatnsflotanum liggur, samstundis sum nøkur línuskip eisini hava ligið. Haraftrat kemur, at nakrir ísfiskatrolarar eru lagdir, samstundis sum hugsandi er, at aðrir hava ilt við at fáa likviditet til rakstur.
Eingin skipan
Í sínari framsøgu, sum var hin fyrsta av tingsins røðarapalli undir viðgerðini í gjár, vísti Heini O. Heinesen úr Tjóðveldinum á trupulleikan við at skerja flotan við at leggja fiskiloyvir saman.
Hann segði, at nógv skip standa í stórari skuld og eru lænt upp um skorsteinin, sum hann tók til. Tí verður tað eisini ein spurningur, hvat lániveitararnir siga til eina samanlegging og harvið minking av veiðitrýstinum.
Jónsvein Knudsen saknar eisini eina skipaða ætlan, um tað er politiski viljin, at vit skulu hava færri skip á landgrunninum.
- Við søguliga stórum skerjingum í fiskidagatalinum omanyvir stóru friðingarnar, sum eru fyri trolveiði, verður grundarlagið tikið undan stórum parti av fiski-og útróðrarflotanum. Tí sakni eg eitt kjak og politiska útmelding um, hvussu myndugleikarnir hugsa sær, at ein minking av fiskiflotanum skal fara fram í verki.
Næstformaðurin í Føroya Reiðarafelag spyr soleiðis, hvussu ætlanin er, at ”mekanisman” á hesum øki skal virka, sum hann tekur til.
- Eingin tosar um, hvussu hetta skal gerast. Tað er ikki robottar, men menniskju, ið slíkar skerjingar og avmarkingar koma at raka, leggur Jónsvein Knudsen aftrat.








