Eitt kjak hevur seinastu dagarnar tikið seg upp millum Hákun Djurhuus, stjóra á SEV, og Finn Jakobsen, tekniska stjóra í Magn, um kappingina, ella manglandi kappingina, á føroyska elmarknaðinum.
Seinastu íkastið í kjakinum er eitt lesarabræv frá Finn Jakobsen, har hann vísir á hvussu Magn metir, at elmarknaðurin her á landi kann liberaliserast, og sum við so nógvum øðrum, so er fyrsta stigið politiskt.
- Týdningarmesta stigið er tað politiska stigið, at avgerð verður tikin um at lata elmarknaðin upp. Tað merkir, at SEV skal loyva øðrum at framleiða streym inn á netið hjá SEV. Nýggir framleiðarar skulu sjálvsagt rinda eitt netgjald fyri hetta, skrivar Finn Jakobsen.
Tekniski stjórin hjá Magn heldur fram við at skriva, at tað kortini ikki loysir seg at loyva øðrum framat at framleiða, um tey ikki samstundis sjálvi sleppa at selja streymin.
- Men tað gevur lítla meining, at nýggir aktørar bara sleppa at framleiða streym og selja hann til SEV, sum síðani selur hann víðari við vinningi. Tað ger ikki streymin bíligari hjá endabrúkarunum, og ein slík skipan er eisini ein forðing fyri, at nýggir framleiðarar kunnu selja heildarloysnir, eitt nú grønar upphitingarloysnir, til hóskandi prísir, skrivar Finn Jakobsen, og leggur afturat.
- Tí er tað ein avgerandi partur av einari liberalisering av elnetinum, at nýggir framleiðarar sleppa at selja streymin beinleiðis til brúkaran.
Sambært Finn Jakobsen, so hevur ein liberalisering av elnetinum tann fyrimun fyri landið, at tað verða fleiri aktørar, ið saman kunna lyfta uppgávuna at gera Føroyar grønari, meðan brúkarin kann vænta bíligari streym.
- Tað eru ikki rakettvísundi at lata elnetið upp fyri kapping. Tað er bara at taka avgerðina og gera tað. Tá verða fleiri herðar at lyfta stóru uppgávuna at flyta okkum frá svartari til grøna orku innan tíðarkarmin, sum samgongan hevur sett sær.
-Fyri brúkaran merkir liberaliseringin bíligari streym og gjøgnumskygdar prísir, har tað ber til at samanbera prísirnar hjá teimum ymisku framleiðarunum.
Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Finn Jakobsen við at trýsta á her.