– Tað er ikki rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg.
Tað sigur løgmaður í svari til gren 52 spurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.
Løgmaður heldur ikki, at tað er rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg.
– Í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiðið, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing. Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar, vísir løgmaður á.
Men Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað eru fleiri tvørgangandi atlit at taka.
– Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulív verður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar. Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum, svarar Aksel V. Johannesen.
Løgmaður fer at at umrøða málið við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálum og ferðavinnumálum, hvussu eitt lógaruppskot kann orðast, har øll hesi atlit verða vigað upp ímóti hvørjum øðrum og lata tey standa í eini skilagóðari javnvág. Eisini verða bøndir, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar, bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur tikin uppá ráð, tá uppskotið verður orðað, skrivar løgmaður í svarinum, sum kann lesast her.