- Tað hevur týdning, at Føroyar eru partur í einum størri felagsskapi.
Bæði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Eyðgunn Samuelsen, fyrsti næstformaður í flokkinum, beina nú allan iva burtur um, at Javnaðarflokkurin vil varðveita Føroyar í ríkisfelagsskapinum við Danmark
Tað gera tey, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá samgonguni um at ríkisveitingin úr Danmark til Føroya skal verða 635,4 milliónir næsta ár. Tað er 3,2 milliónir meiri enn ríkisveitingin er í ár og tað er tí, at hon er prístalsviðgjørd.
Í hesum sambandi siga tey bæði oddafólkini í Javnaðarflokkinum, at tað hevur týdning, at Føroyar eru partur av einum størri felagsskapi.
- Javnaðarflokkurin hevur tískil ikki sum mál, at fara úr ríkisfelagsskapinum, siga tey.
Samstundis skulu fleiri yvirtøkur ikki gerast, fyrrenn tað er fíggjarliga ráðiligt.
Tey ásannar, at í́ løtuni hevur landskassin stórt hall, og tí er ikki ráðiligt at skerja ríkisveitingina ella at fremja kostnaðarmiklar yvirtøkur.
- Tá ið vit aftur hava fingið búskapin á røttu kósina, og vent landskassahallinum til avlop, kunnu vit aftur seta størri politiskt og fíggjarligt sjálvræði á dagsskrá, siga oddafólkini í Javnaðarflokkinum. |