Í kvøld er seinasta freist er at skriva seg á bíðilistan hjá Bústaðir til eina leiguíbúð. Mong eru tey, sum fegin vilja sleppa at leiga bíligari, men tað kostar 200 krónur at koma á bíðilistan, og tað er ein trupulleiki í fleiri førum.
Í skrivi, sum er sent føroysku fjølmiðlunum, vísir felagsskapurin, Í menniskjum góður tokki, á, at tað eru fleiri familjur, sum hava víst á, at tær eru so mikið fíggjarliga sperdar, at tær snøgt sagt ikki eiga tær 200 krónurnar, sum skulu til fyri at koma á bíðilistan.
Í menniskjum góður tokki hevur tí avgjørt at hjálpa hesum familjum at koma á bíðilistan.
- Eru tit fíggjarliga sperd, kunnu tit senda ein teldupost til annlis(at)takk.fo ella ringja tlf. 220000 og frætta nærri um hvussu Í menniskjum góður tokki kann hjálpa tykkum við gjaldinum, sum skal til fyri at koma á bíðilistan, verður sagt í tíðindaskrivinum.
- Á umsóknarblaðnum til leiguíbúðir verður spurt hvat leigu familjurnar hava ráð at gjalda. Tí er umráðandi at fíggjarliga sperdar familjur seta seg á bíðilistan, so tørvurin á bíligum kemur til sjóndar, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Í mennsikjum góður tokki vísir á, at tey hava gjørt vart við yvirfyri Bústaðir, at tað eru familjur, sum ikki hava ráð at seta seg á listan ella ikki hava atgongd til teldu og tí heldur ikki koma á lista.
- Vit eru stúrin um, at tey, sum møguliga eru allar ringast fyri og sum hava stóran tørv á einum bústaði, slett ikki koma á bíðilistan. Tí vóna vit, at vit við hesum kunnu hjálpa nøkrum teirra at koma á bíðilistan til leigubústað, sigur Annlis Bjarkhamar