TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu sum var við formannin í Giza Hoyvík, Kenneth Hovgaard Djurhuus í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin fríggjadagin.
Samrøðan snúði seg um støðuna Giza Hoyvík rendi seg í tá liðið spældi ímóti NSÍ í øðrum umfari í 1. deild, sum var leikt farna sunnudag. Dagin fyri hevði Betri Deildarliðið hjá NSÍ spælt ímóti KÍ, og tað gjørdi tað møguligt hjá m.ø. Jann Benjaminsen, sum hevði spælt ein hálvan tíma við Betri Deildarliðnum hjá NSÍ at spæla allan dystin í 1. deild ímóti Giza Hoyvík dagin eftir.
Kenneth Hovgaard Djurhuus slær fast, at hetta er ein trupuleiki sum hini fyrstu liðini í 1. deild, B68, B71 og ÍF eisini kunnu renna seg í, og tað gjørdi B68 eisini í dystinum ímóti Víkingi. Samstundis vóru B71 og ÍF so "heppin", at tey møttust í einum innanhýsis dysti, og rendu seg ikki í tann trupuleikan, hesaferð.
Kenneth Hovgaard Djurhuus heldur eisini, at tað verður torførari hjá liðum sum Giza/Hoyvík at rekrutera spælarar um marginalspælarar hjá Betri Deildarliðum fáa hesar treytirnar, sum eru til fyrimuns fyri feløg sum hava lið í Betri Deildini og í 1. deild.