Tá ið búfólk einaferð næsta ár flyta inn í nýggja ellis-og røktarheimið í Vági verða tað fleiri sengur, sum fara at standa tómar.
Tað er greitt, nú pusslispælið um sparingarnar hjá Nærverkinum í Suðuroy loksins liggur sum tað skal.
Nýggja ellis- og røktarheimið í Vági verður liðugt næsta vár, ella tíðliga næsta summar og har verður pláss fyri 24 búfólkum.
Men Nærverkið í Suðuroy skal spara so mikið nógv, at tað verður ikki ráð at fylla tað fyrrenn í fyrsta lagi í 2012.
Seks pláss spard burtur
Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, staðfestir, at upprunaliga ætlanin um at spara 2,7 milliónir hjá Nærverkinum í Suðuroy, stendur við, hóast mikið rok var um hana fyrr í ár.
Men har tað upprunaliga var ætlanin, at alt skuldi sparast á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri, verður upphæddin nú býtt sundur ímillum heimið á Tvøroyri og nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági og sum verður liðugt næsta summar.
Sostatt er næstan helvtin av sparingini, sum skuldi verða á Tvøroyri, nú flutt til Vágs.
Upphæddin er nevniliga býtt, soleiðis at Suðuroyar Ellis- og Røktarheim á Tvøroyri skal spara 1,478 millión og nýggja ellis- og røktarheimið í Vági skal spara restina, ella áleið 1,222 millión.
Stjórin í Nærverkinum sigur, at ein upphædd á hesi støddini, sum skal sparast burtur svarar til áleið tað, sum tað kostar at hava trý búfólk búgvandi á einum Ellis- og Røktarheimi.
Men av tí, at heimið í Vági ikki letur upp fyrrenn á árið er hálvrunnið, rakar sparingin tvær ferðir so hart.
Hon staðfestir, at merkir, at sparingin fer at raka seks búfólk á nýggja ellis og røktarheiminum í Vági og sostatt verða tað bara 18 búfólk, sum sleppa inn á heimið í Vági, tá ið tað letur upp, hóast pláss er fyri 24 fólkum.
Hvussu støðan verður í 2012, veldst um politiska viljan til at hækka játtanina aftur.
8 fólk færri
Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, staðfestir, at ætlanin at niðurleggja øll átta tveymannakømrini á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi næsta ár, stendur við.
Sostatt er framvegis greitt, at í seinasta lagi 1. januar í 2012 skulu øll átta tvímannakømrini verða gjørd um til eittmanskømur.
Tað merkir, at í 2012 verða átta búfólk færri á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimið, enn tað eru í dag og tað merkir so samstundis eisini, at í 2012 verður játtanin til heimið og starvsfólkatalið á heiminum eisini lækkað tilsvarandi.
Tað hevur áður verði nevnt, at verða átta búpláss færri á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi, fer tað at kosta 15 fólkum starvi.
Munurin er bara, at nú verða uppsagnirnar framdar yvir eitt tíðarskeið upp á eitt ár ístaðin fyri í einum høggi, sum tað upprunaliga var ætlanin.
Hóast átta búpláss sostatt verða niðurløgd næsta ár, skal Suðuroyar ellis- og Røktarheim næsta ár ikki spara meir enn tað, sum svarar til trý búpláss.
Tað merkir, at á pappírinum kann heimið verða yvirmannað við starvsfólki aftur ímóti talinum á búfólki.
Nærverkið og leiðsla og stýrið fyri Ellis- og Røktsrheimið, fara nú at tosa saman um, hvussu tey skulu fáa samanhang ímillum starvsfólkatal og búfólkatal.
Ein møguleiki er, at eru starvsfólkini ov nógv í tali afturímóti búfólkatalinum, verður kanska møguleiki fyri at taka fleiri fólk inn á heimið til umlættingar, enn vanligt hevur verið.
Standa fast við sparing
Tað elvdi til rok í summar, tá ið tað frættist, at umfatandi sparingar skuldu setast í verk hjá Nærverkinum í Suðuroy næsta ár.
Boðað frá frá sparingum upp á 2,7 milliónir á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi og tað hevði kostað 15 fólkum starvið.
Samstundis skuldu átta tvímannakømur gerast um til eittmanskømur næsta ár og sostatt verða átta búpláss færri á heiminum.
Men tað merkir so eisini, at tilsamans verða átta ellis- og røktarheimspláss færri í Suðuroy, enn tað annars.
Sum tað sæst í hinum greinunum her á síðuni, stendur Almannaráðið fast um, at hesar sparingar skulu fremjast í Suðuroy.
Men ístaðin fyri at seta allar sparingarnar í verk á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri, verða tær nú býttar sundur ímillum heimið á Tvøroyri og nýggja heimið, sum letur upp í Vági næsta ár.