Ikki ov fáir keyparar, men stórt útboð

- Í Danmark hugsa fiskimenn um at brúka kvotuna best møguligt. Teir hugsa eisini um prísleguna, tá ið farið verður til fiskiskap. Teir brúka ikki kvotuna bara fyri at brúka hana, men vilja vinna sum mest burtur úr henni, sigur samskiparin hjá Ráfiskakeyparafelagnum

Fiskivinna

Agnar Jensen,ið starvast sum samskipari hjá Ráfiskakeyparafelagnum, heldur ikki, at vit kunnu siga, at tað eru ov fáir keyparar á marknaðinum í Føroyum.
-Mær vitandi eru keypararnir í Føroyum einir 35 í tali, og tað er
ikki so lítið, heldur hann.
Agnar vísir á, at útboðið av fiski í Føroyum er rættiliga stórt í
løtuni, og framleiðslu-og søluliðið hevur ilt við at avseta fiskin sum er.
- Tað vísir seg, at skipini hugsa mest um at grabba so nógv til sín
sum møguligt ? uttan í sama mun at hugsa um, hvør eftirspurningurin er. Tá ið so marknaðurin ikki megnar at taka ímóti meira, verður funnist at søluliðnum. Tað er lætt at skula siga tað - verri at fremja tað í verki, men tá ið marknaðurin fyri t.d. smáa hýsu er vánaligur, kundu skipini kanska lagt seg meira eftir at veiða stóra hýsu, sum meira fæst fyri.
Agnar sigur, at hann hevur starvast innan donsku fiskivinnuna,
og har hugsaðu fiskimenn í størri mun enn í Føroyum um at brúka kvotuna best møguligt.
- Teir hugsaðu eisini um prísleguna, tá ið farið varð til fiskiskap ?
og ikki bara um veiðilíkindini. Teir brúktu ikki kvotuna bara fyri at brúka hana, sigur hann.
Agnar vísir á, at gjaldoyruni í londunum, sum serliga keypa hýsu,
eitt nú Bretland og USA, eru fallin, og hetta virkar eisini negativa vegin á prísirnar.
- Ein marknaður er ofta soleiðis, at tá ið hann versnar, so fella
prísirnir knappliga og ikki líðandi. Síðan plaga prísirnir at koma uppaftur, til teir leggja seg á eitt rímiligt støði.
Hann sigur, at slíkt hendir ofta um ársskiftið, og ein orsøkin kann
eisini vera, at framleiðarar, sum hava goymslur, spekulera eitt sindur í hesum.
- Tað snýr seg alla tíðina um útboð og eftirspurning og harvið verður príslegan løgd, sigur Agnar Jensen, samskipari hjá Ráfiskakeyparafelagnum.