- Ongar ítøkiligar ætlanir fyriliggja um at senda vesturlendskar herdeildir inn í Ukraina. Men, hetta kann heldur ikki útilokast, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært Reuters.

Ikki óhugsandi at senda herdeildir til Ukraina

– Vit mugu gera alt vit kunnu fyri, at Russland ikki skal vinna kríggið í Ukraina, sigur franski forsetin.

 

- Ongar ítøkiligar ætlanir fyriliggja um at senda vesturlendskar herdeildir inn í Ukraina. Men, hetta kann heldur ikki útilokast, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært Reuters.

Fyrr í kvøld lósu vit um, at franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur bjóðað toppleiðarum í fleiri evropeiskum londum til skundfund í París.

 

Ráðstevnan kom í lag, eftir at ábendingar hava verið um, at Russland hevur gjørt ávís framtøk í krígnum í Ukraina.

 

Í greinastubbanum varð forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, endurgivin fyri at siga, at fleiri limalond í Nato og ES umhugsa at senda herfólk til Ukraina gjøgnum sínámillum avtalur.

 

Robert Fico legði aftrat, at hetta er eitt av evnunum á fundinum millum evropeiskar toppleiðarar í franska høvuðsstaðnum.

 

Í kvøld endurgevur tíðindastovan, Reuters, franska forsetan, Emmanuel Macron, fyri at siga, at ongar ítøkiligar ætlanir fyriliggja um at senda herdeildir inn í Ukraina.

 

- Men, hetta kann heldur ikki útilokast. Vit mugu gera alt fyri, at Russland ikki vinnur kríggið í Ukraina, sigur Emmanuel Macron sambært Reuters.

 

 

 

- Ongar ítøkiligar ætlanir fyriliggja um at senda vesturlendskar herdeildir inn í Ukraina. Men, hetta kann heldur ikki útilokast, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært Reuters.