Tíðin er komin til, at vit gera upp við føroyska fólkaskúlan. Tað heldur Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon vísir á, at í dag er føroyski fólkaskúlin soleiðis settur saman, at vit einans dyrka tað bókliga, meðan aðrir týðandi førleika - kreativir, listarligir ella handaligir førleikar - ikki vera raðfestir.
- Vit eru til dømis eitt samfelag, sum livir við og av náttúruni og havinum, og tað átti at sæst nógv betur aftur í útbúgvingarskipanini. Sum til dømis við lærugreinum, ið brúka náttúruna aktivt og geva frálæru um burðardygd, um fiski- og alivinnu, um tað sum livir í havinum, um skip, motorar og so framvegis, sigur Gunvør Balle.
Hon vísir eisini á, at í Føroyum hava vit eina ørgrynnu av dugnaligum tónleikarum og listafólkum annars, og hetta er nakað, sum fólkaskúlin eisini eigur at taka upp.
-Vit hava góðar lista- og tónleikagávur - hetta átti skúlin at framelskað í nógv størri mun. Sum nú er, eru tær handaligu, kropsligu og listaligu lærugreinirnar sera lítið raðfestar tey 9 árini okkara børn ganga í fólkaskúla. Hóast vit vita frá óteljandi kanningum, at júst hendan breiddin av lærugreinum - saman við teimum bókligu - stimbrar hugin og evnini at læra sum heild, sigur Gunvør Balle.
Víðari sigur hon, at tá næmingar fara í 8. og 9. flokk fáa tey ein lista við einari rúgvu av spennandi vallærugreinum. Men tá avtornar, er bara týskt og alisfrøði í boði, tí tær eru kravdar lærugreinir, og skúlin hevur ikki nóg mikið av læraratímum ella játtan til at bjóða hinar lærugreinirnar út.
-Eg hoyrdi eitt dømi frá einum skúla, har so nógv høvdu valt motorlæru, at tveir heilir flokkar høvdu kunnað verðið skipaðir. Men ongin av teimum, ið hevði glett seg til at fáa motorlæru, sluppu kortini, tí sokallaðu vallærugreinirnar eru bara eitt eiti. Hetta er at halda næmingar fyri gjøldur, heldur Gunvør Balle.
Tingkvinnan heldur, at við hesum missa vit fleiri av okkara børnum av í svinginum.
-Vit vita, at ein stórur trupulleiki í fólkaskúlanum í dag er, at nógv fleiri børn eru krevjandi ella hava serligan tørv. Tá talið er so stórt, er tað so ikki ein sera nærliggjandi spurningur, um tað ikki heldur er galið við skipanini - innihaldinum í skúlanum - heldur enn við børnunum? Øll tey, ið ikki eru bóklig, fáa ongan rúmd, har er onki pláss fyri teirra áhugamálum og dygdum, vísir Gunvør Balle á.
-Eitt úrslit av hesum er m.a tann syrgiliga sannroynd, at alt ov nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum uttan at hava lesi- og skriviførleika. Tey, ið hava skil fyri hesum siga, at talan eru um eini 15-20%, eitt tal, ið ikki átti at verið hægri enn hálvtannað til trý%. Tað er eyðsýnt tørvur á nógv fleiri tímum og málrættaðari hjálp til tey orðblindu og lesiveiku. Men um fólkaskúlin ikki var so einsrættað fokuseraður á bókligar førleikar, høvdu nógv fleiri trivist, fleiri høvdu valt tekniskar, kreativar, handaligar og aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar og harvið trúgvi eg, at alt samfelagið hevði vunnið, sigur Gunvør Balle.