- Nú ræður um at finna fram til og seta upp alternativar loysnir upp á hølisspurningin hjá Tjóðpallinum, sigur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø. Ætlanir hava verið at fáa skapt betri karmar fyri Tjóðpallin, men enn hava politisku semjurnar tíverri ikki rokkið til. Hetta er ikki ein nøktandi ella virðilig støða í longdini, hvørki fyri Tórshavnar kommunu, Tjóðpallin ella fyri landið.
Tað sigur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, í brævi til Tórshavnar býráð í dag.
Hon vil hava kommununa at finna eina loysn uppá hølistrupulleikarnar hjá Tjóðpallinum. Samgongan hevur ikki sett pening av til at betra um karmarnar hjá Tjóðpallinum, sum í dag húsast í Meiarínum í Havn.
- Hóast Tjóðpallurin er landsstovnur, og hølisviðurskifti og rakstur eru landsuppgáva, hevur tað enn ikki eydnast at fingið rúmd fyri neyðugu játtanini til eitt hóskandi tjóðleikhús. Við verandi íløgukarmi eru ikki góð útlit fyri, at rúmd fer at verða á løgtingsfíggjarlógini komandi trý árini fyri eini størri íløgu í hølir til Tjóðpallin, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at útgangsstøðið alla tíðina hevur verið, at Tjóðpallurin skal vera í høvuðsstaðnum, og at ein loysn má finnast í neyvum samstarvi við Tórshavnar kommunu.
- Nú ræður um at royna at finna fram til og seta upp alternativar loysnir upp á hølisspurningin, sum bæði borgarstjórin og landsstýriskvinnan kunnu fáa politiska undirtøku fyri, sigur Helena Dam á Neystabø í brævinum til Tórshavnar býráð.










