Úrslitið av kommunuvalinum í gjár varð eitt afturstig.
Tað heldur Beinta í Jákupsstovu, stjórnmálafrøðingur.
Hon heldur, at vit fingu eina ábending um rákið, tá uppstillingin var liðug, tí talið á uppstillaðum kvinnum var bara 35 %.
- Hetta er fyrstu ferð síðan 1992, at prosentbýtið av uppstillaðum kvinnum og monnum er versnað aftur ímóti valinum frammanundan.
Úrslitið av valinum í gjár var, at 28 % av nýggju kommunustýrislimunum eru kvinnur og 72 % eru menn.
Fýra kommunur hava onga kvinnu í bygdaráðnum, seinast var bert ein kommuna einkynjað.
Sum talva 1 vísir, vórðu færri kvinnur valdar til bygda- og býráðini í 2012 enn í 2000.
Tá vórðu 63 kvinnur valdar, í gjár bert 57.
Talva 2 vísir, at tað øll árini síðan 1992 hevur verið samsvar millum lutfallið á uppstillaðum kvinnum og monnum, og valdum kvinnum og monnum.
Tað kann tykjast løgið, tí talan er um persónval: Tað kundi tvørtur ímóti hugsast, at fleiri kvinnur vórðu valdar, um minni kapping var ímillum tær.
Ein orsøk kann vera, at til hetta valið hevur minni dendur verið lagdur á kynsjavnvág, kanska tí at kvinnuparturin nú var komin upp um 30 % bæði á løgtingi og í kommununum.
- Lærdómurin frá valinum í gjár er, at stríðið fyri størru kvinnuluttøku er ikki vunnið, sigur Beinta í Jákupsstovu. Hon heldur, at ein kvinnuumboðan upp á 30 % er heldur ikki nógv at reypa av, um samanborið verður við onnur lond.
- Eftir er at síggja, hvussu tey fólkavaldu skipa seg. Vónandi fáa tær kvinnur, sum eru valdar, tilboð um at verða borgarstjórar og nevndarformenn, heldur hon.