Ikki nóg proffesionelt

Jógvan við Keldu, tinglimur Fólkafloksins í Norðoyggjum, heldur, at Partafelagið Norðoyatunnilin ikki er líka proffesionelt sum P/F Vágatunnilin var. - Ikki minst orsakað av, at Klæmint Weihe ikki longur er nevndarformaður, sigur Jógvan við Keldu

Jógvan við Keldu var bakmaður fyri uppskotinum um undirsjóvartunnil til Klaksvíkar í 1987, og tá vóru bert 10-20% av tingmanningini fyri uppskotinum. Í dag er verkætlanin so í gongd, men Jógvan við Keldu hevur ikki bert ljósareyður og bjartskygdar viðmerkingar til arbeiðið higartil.

Saknar Klæmint Weihe
Jógvan við Keldu harmast um, at sama nevndin ikki slapp at halda á frá P/F Vágatunnlinum.
- Ein sera stórur kapasitetur varð tikin úr nevndini, tá Klæmint Weihe ikki kundi halda fram sum nevndarformaður. Tað tykist, sum kontinuiteturin ikki er tann sami nú sum í P/F Vágatunnlinum, eru avgjørdu viðmerkingarnar hjá Jógvan við Keldu.
Hann vísir víðari á, at sum næst størsti aktionerur í SEV skuldi Klaksvíkar Kommuna mótmælt avgerðini hjá umboðsráðnum í SEV ikki at lata áðurnevnda Klæmint Weihe halda á.

Hildið fast við NCC
Eitt annað atfinningarsamt øki er sambært Jógvan við Keldu avgerðin um, hvør fyritøka skal standa fyri arbeiðnum.
- Eftir mínum tykki skuldi P/F Norðoyatunnilin hildið fast við NCC, sum stóð fyri arbeiðnum við Vágatunnlinum, at taka sær av arbeiðnum. Tað hevði avgjørt verið besta loysnin, sigur tingmaður fólkafloksins í Norðoyggjum.
Jógvan við Keldu leggur afturat, at hann eisini segði við flokk sín, at arbeiðini ikki skuldi verið bjóðað út aftur.

Ov lítil upplýsing
Eins og onnur eisini hava víst á, er Jógvan við Keldu ikki nøgdur við vantandi upplýsingarnar til almenningin.
- Vegna vantandi upplýsingunum frá partafelagnum, standast leysasøgur og gitingar, og so skjótt sum fólkið ikki hevur hoyrt nakað eitt tíðarskeið, fara leysatíðindi í gongd um bæði eitt og annað, heldur Jógvan við Keldu.
Fyri at bøtt um upplýsandi arbeiðið nevnir Jógvan eina heimasíðu ella opnar, upplýsandi fundir við jøvnum millumbili.

Óprofessionelt
Samanumtikið heldur Jógvan við Keldu, at talan stutt sagt ikki hevur verið um eins professionell viðurskifti, sum tá Vágatunnilin var í gongd.
- Ein hevur eina kenslu av, at arbeiði ikki er á sama støði sum tá, tí ymisk viðurskifti liggja á láni. Hetta skuldi P/F Norðoyartunnilin tikið til eftirtektar, endar Jógvan við Keldu.