Hví eg seti hetta fram, er at føroyingar áttu her við Ísland ? bæði konur og menn, sum ár eftir ár, ið oftani út av lagi ringar umstøður, frá vári til út á hesyt fiskaðu frá lítlum bátum og virkaðu fiskin í salt. Talið er at árið 1870-71 havi verið fyrst verið roynt við bátum frá skipi liggjandi inni á firði, bundið við land. Seyðisfjørðurin var fyrsta plássið, har roynt var við hesum veiðihátti, men sum tíðin leið sóu menn, at ov langt var tað stundum at rógva út har fiskurin helt seg, so farið var so smátt at førka seg uttar í firðina, við skipunum, og væl lá fyri hjá føroyingum at fiska.
Árið 1995 kom út bók eftir Vilhjálm Hjálmarsson f.v. tingmann og ráðharra ættaður frá Mjáafirði, har kemur ymiskt fram sum gaman er at lesa um, samskifti føroyinga og íslendinga fyrstu árini, men sum árini gingu og fólk fór at venjast hvørt við annað var hetta sum ein tjóð. Seinni kom tað at føroyingar fingu pláss á ymsum støðum, fram við landinum, á eysturlandinum, líka frá Langanesi og suður eftir eysturlandinum. Menn bygdu sær skúrar til at halda til í, har bæði var húsast og fiskurin virkaður, atløgupláss vóru næstan ikki til á hesum støðum og knossast var við veiðuna upp frá fjøruni. Ikki veit eg um nakrastaðir eru heimildir til um hvussi nógvir føroyingar vóru í Íslandi við henda veiðuhátt, men sagt er, at á Vopnafirði skuldu eitt summarið hava verið 250 føroyingar ? konur og menn. Seinni vóru føroyingar við útróður frá landi ? bæði á vestfjørðinum og norðurlandi.
Hví seti eg hetta niður á blað er, nú eg síggi, at franskmenn eru farnir at minnast fólk sítt sum lá við Ísland og stríddist, ikki bara fyri seg og síni, tí alt arbeiðsstríð bæði á sjógvi og landi tænar eisini tjóvini fyri bestu.
Hevði nú ikki verið lag, at føroyska tjóðin á onkran hátt við minnisvarða ella á annan hátt vildi vísa hesum stóra hóði sum mong ár eftir ár fóru yvir at rógva út ? sagt er at onkur fór til Íslands at rógva áut yvir 30 ár.










