Ikki meiriluti á tingi fyri tiltøkum móti Russlandi

Hóast allir andstøðuflokkarnir hava boðað frá, at teir vilja steðga øllum samhandli við Russland, so er ikki meiriluti fyri tí á tingi.

 

Andstøðan vil steðga øllum samhandli við Russland. Tað hevur Sjálvstýri boðað frá, og tað sama siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Framsókn sigur seg eisini vera við, men tey vilja fyrst kanna avleiðingarnar.

Tað er ikki í so nógvum málum, at øll andstøðan stendur saman um eitt mál, tí Sjálvstýri er oftast í parti við samgonguni. Og tá samgongan bara hevur sekstan tingfólk, síðani Johan Dahl er farin úr samgonguni, so kundu vit hildið, at samgongan kemur í minniluta í hesum máli.

Men so er ikki. Johan Dahl stuðlar samgonguni.

– Nei, eg taki ikki undir við einum slíkum uppskoti um at steðga allan samhandil við Russland, sigur hann.

Johan Dahl vísir á, at vit mugu fylgja ES londunum og serliga Noreg. Hann sigur, at tey londini framvegis hava stóran samhandil við Russland.

– Eg havi heldur einki hoyrt um, at nakað land hevur boykottað sølu av matvørum til Russland, so tað haldi eg heldur ikki, at vit eiga at gera, sigur hann.

Johan Dahl vísir á uppskotið frá landsstýrinum, sum kemur í tingið týsdagin, sum gevur landsstýrinum heimild at seta neyðug tiltøk í verk.