Ikki loyvt at nevna føroyingin við navni

In.fo kundi fyrr í dag bera tíðindini, at ein 42 ára gamal føroyingur er fongslaður í málinum um 42 ára gomlu kvinnuna, sum er skuldsett fyri at hava neyðtikið fýra ára gamla son sín.

 

Tjatt-samskifti millum mannin og konuna fær ákæruvaldið at halda, at maðurin hevur eggjað konuna til at gera seg inn á dreingin. Tí varð maðurin handtikin og fongslaður mitt í oktobur. Hann varð grundlógaravhoyrdur og her metti dómarin, at illgrunin móti honum var somikið væl grundaður, at hann varð varðhaldsfongslaður, eins og kvinnan, tá hon varð handtikin 20. septembur.

 

Les eisini Føroyingur varðhaldsfongslaður

Á sosialu miðlunum hevur nógv kjak verið í dag um at maðurin burdi verið navngivin, men rætturin í Lyngby hevur sett navnaforboð í málinum. Tí er ikki loyvt at siga, hvørji kvinnan, sonurin ella maðurin eru. Hetta er fyri at verja órættaða og óseka dreingin í málinum. Leggjast kann afturat, at Miðlahúsið ikki hevur til siðvenju at nevna fólk í samband við rættarmál.

 

Les eisini Mamma eggjað til ágang móti fýra ára gomlum 

Kvinnan er skuldsett fyri at hava neyðtikið fýra ára gamla son sín, tí hon hevur gjørt seg kynsliga inn á hann. Hon er eisini skuldsett fyri blóðskemd og fyri blygdanarskemd.

 

Maðurin er skuldsettur fyri at eggjað konuna til at gera tað, sum hon hevur gjørt.

 

Bæði noktað seg sek í málinum.