Jørgen Holme, fráfarandi stjóri í Atlantsflog, sigur við danska blaðið Travel Business, at hann heldur ikki at grundarlag er fyri tveimum feløgum á føroyarutuni.
- Sjálvandi skal Atlantsflog tó forvinna sær rættin at vera einsamalt á lokala marknaðinum, sigur hann.
Í nýggjastu útgávuni av blaðnum Travel Business fær Atlantsflog nógva umrøðu. Stjóraskifti verður umrøtt, eins og at samrøður eru við bæði Jørgen Holme, fráfarandi stjóra, og Jóhonnu á Bergi, nýsetta stjóran. Eisini verður keypið av Hotel Føroyum umrøtt.
Í samrøðuni sigur Jørgen Holme millum annað, at hann varð sera spentur um uppgávuna, sum lá fyri framman, tá hann tók við starvinum og skuldi stinga nýggju leiðina hjá Atlantsflog út í kortið.
Hann sigur eisini, at tað er týdningarmikið at ásanna, at marknaðurin ikki er nóg stórur til tveir sterkar kappingarneytar á føroyarutuni.
- Hvønn dag mugu vit arbeiða fyri at liva upp til tað, sum kundarnir vænta av okkum, umframt at halda trygdini í hásæti. Tá tosa vit bæði um effektivitet, at okkara kundar kunnu ferðast lætt og bíliga, men eisini at vit – so vítt gjørligt – útbyggja ferðsluskipanina í Føroyum, eins og vit ynskja at liggja á odda í nýtsluni av nýggjari tøkni, sigur Jørgen Holme millum annað.
Jørgen Holme sigur at enda, at nú dagarnir í Atlantsflog eru um at vera taldir, er hann so smátt byrjaður at hugsa um, hvat næsta starvið skal vera, men at einki er klárt enn.