Ikki grundarlag fyri at ganga ynskinum á møti

Tað er ikki grundarlag fyri at hava framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, uttan at broyta allan skúlabygnaðin

Tað er alt, sum bendir á, at ynskið um at stovna eina framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, verður ikki gingið á møti.

 

Tað ásannar Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Annars hava bæði foreldur, lærarar og skúlastjóri í Sankta Frans Skúla lagt trýst á býráðið fyri at fáa eina framhaldsdeild á skúlanum.

 

Eitt, tey hava tosað um, er at skipa framhaldsdeild sum eina royndarverkætlan, til skúlin á Fløtum verður tikin í nýtslu.

 

Í hesum sambandi kallaðu tey býráðspolitikarar á fund herfyri og á tí fundinum lovaði borgarstjórin, og aðrir býráðslimir, at taka málið upp til nýggja viðgerð við tí endamálið at taka eina avgerð áðrenn skúlarnir fara í summarfrí.

 

Annars varð víst á, at Tórshavnar Býráð hevur fleiri ferðir einmælt samtykt ein skúlabygnað, sum ikki umfatar framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, og tískil er nú farið undir arbeiðið at byggja ein nýggjan Stórskúla í Vesturbýnum, sum skal hýsa framhaldsdeildini.

 

Helena Dam á Neystabø gjørdi eisini vart við, at skal skúlabygnaðurin broytast, skal tað gerast eftir eini lógarfestari mannagongd. Í hesum sambandi skulu øll skúlastýrini siga sína hugsan og koma við einum tilmæli um bygnaðin.

 

Harafturat skal býráðið samtykkja nýggja bygnaðin, umframt at Mentamálaráðið eisini skal góðkenna hann.

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at í sambandi við ynskið um at stovna framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla, hevur Mentamálanevndin hjá býráðnum nú kanna málið í Mentamálaráðnum av nýggjum.

 

- Niðurstøðan er, at eftir fólkaskúlalógini er ikki grundarlag fyri at skipa framhaldsdeild sum eina royndarverkætlan, sigur hon.

 

Hon sigur, at skal framhaldsdeild verða í Sankta Frans Skúla, skal skúlabygnaðurin tískil broytast, og tað skal gerast eftir lógini. Og tað merkir at øll skúlastýrini skulu viðgera málið av nýggjum, og sostatt skal arbeiðsbólkur skipast við umboðum fyri øll skúlastýrini.

 

Hinvegin sigur Helena Dam á Neystabø, at ynski er eisini um at málið skal leggjast fyri býráðið, so málið fer helst at verða reist í býráðnum, leggur hon afturat.

 

Forkvinnan í Mentamálanevndin dylir heldur ikki fyri, at hon undrast eitt sindur á støðuna hjá summum býráðslimum, sum tú tala fyri at skipa framhaldsdeild í Sankta Frans Skúla.

 

Sjálv sigur hon, at hon royndi at varðveita eina framhaldsdeild í miðbýnum.

- Men stórur meiriluti av býráðnum vildi tað øðrvísi og vildi heldur flyta framhaldsdeildina í ein nýggjan skúla, sum skuldi byggjast á Fløtum.

 

- Hesi samtyktini hava vit fylgt og eftir eina drúgva tilgongd, sum tók tvey ár, hevur býráðið síðani samtykt ein nýggjan skúlabygnað, har Framhaldsdeildin verður flutt í nýggja skúlan, ið nú verður bygt á Fløtum.

 

- Hetta er samtykt fleiri ferðir - eisini av teimum býráðslimum, sum nú tykjast at hava hug at venda, leggur hon afturat.