Ikki gloymdur

Hóast hann ikki longur er við á vøllinum, so var eingin ivi um, at áskoðararnir hjá FCK framvegis halda nógv um Ståle Solbakken

 

DM-gull


Ein av teimum leikarum, sum kensluliga hevur roynt tað mesta hetta kappingarárið í Danmark, er uttan iva Ståla Solbakken. Norski miðvallarin varð undan árinum keyptur til FCK úr AaB, og fyrstu tíðina var heldur einki at ivast í, at hetta var ein fongur fyri felagið. Ståle var matchvinnari í fleiri dystum, og varð av mongum mettur størsta stjørnan í hópinum, tá ein hjartatilburður brádliga beindi fyri yrkisleið hansara sum leikari.

Skal metast eftir áskoðarunum hjá FCK mánadagin, er tó einki at ivast í, at Ståle framvegis verður roknaður millum teir stóru. »Ståle ? Ståle« rungaði um alt Ráðhúsplássið, og tá vit undir veitsluróminum fingu orðið á norðmannin, duldi hann ikki fyri, at hann var fegin um stuðulin, sum hann hevði fingið.

- Hatta var ein sera góð kensla. viðhaldsfólkini hava verið ótrúlig fyri mítt viðkomandi ? frá fyrsta bríksli og fram til nú, og tað eri eg sera fegin um.


Ikki aftur á vøllin

Ein avleiðing av sjúkralegu hansara hevur sjálvandi verið, at hann seinastu mánaðirnar hevur verið áskoðari, heldur enn leikari, men hendan leiklutin tykist norska stálið eisini at hava átikið sær so við og við.

- Tað gongst sjálvandi betri nú, tá alt er avgjøt. At byrja við var tað sera trupult, men tað venur mann seg við, men sjálvandi hevði eg gjarna vilja verið aktivur eitt sindur longri.

At enda vístu vit Ståle á, at okkurt av donsku morgunbløðunum skrivaðir mánadagin, at talan kanska verður um eitt coma-bacmk til norðmannin innna fótbóltin.

Spurdur, um hetta kanska var nakað, sum nú var serliga aktuelt, var svarið stutt og greitt.

- Tað verður í øllum førum uttan fyri síðulinjuna, segði Ståle Solbakken at enda.